Aftur í ár sleppa ungdómar í Tórshavnar kommunu at gera smáar umvælingar, lúka, sópa gøtur, mála, rudda og annars fríðka um kommununa. Ung í Arbeiði verður aftur á skránni í viku 27, 28, 29 og 30. Tey ungu leggja til brots mánadagin 24. juni, og seinasti arbeiðsdagur verður fríggjadagin 26. juli.
Tilboðið er galdandi fyri ungdómar í Tórshavnar kommunu, sum eru millum 14 og 16 ár. Tey sleppa til arbeiðis í tvær vikur hvør. Arbeiðstíðin er 8 tímar frá kl.8:00 til 16:00, fimm dagar um vikuna.
Seinasta freist at melda til er fríggjadagin 7. juni. Til ber at melda til á heimasíðuni hjá Tórshavnar komunu.
Síðani verður kunnað á netsíðuni, hvør hevur fingið arbeiði. Áhugin fyri at vinna nakrar krónur í summarfrítíðini er altíð stórur hjá ungdóminum. Vanliga fær áleið helmingurin av teimum, ið skráseta seg, boðið arbeiði, sigur Tórshavnar kommuna.
Í løtuni verður eisini søkt eftir bólkaleiðarum, ið leiða arbeiðið saman við samskiparanum. Bólkaleiðararnir eru vanliga millum 25-35 ár. Kommunan setir eingi krøv um útbúgving, men royndir við ungum og góður kunnleiki til vanligt handaligt arbeiði er ein fyrimunur. Viðbót verður latin bólkaleiðarum.
Innanlands
Aftur í ár sleppur ungdómur í Tórshavnar kommunu at arbeiða
Tórshavnar kommuna skipar aftur í ár fyri Ung í arbeiði
Mynd: Tórshavnar kommuna
2019-05-23 18:47
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald