Uttanlands

Aftur tjóðartingsval í Ísrael í heyst

Ísraelska tingið samtykti í dag at hava tjóðartingsval 1. november, og eftir atkvøðugreiðsluna var núvernadi tingið upployst

Ísraelski forsætisráðharrin, Naftali Bennett ætlar sær ikki at sitlla uppaftur (Mynd: EPA)

Ísraelski forsætisráðharrin, Naftali Bennett ætlar sær ikki at sitlla uppaftur (Mynd: EPA)

2022-06-30 13:24 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Á atkvøðugreiðslu hósdagin samtykti ísraelska tjóðartingið, at tjóðartingsval skal verða 1. november. Eftir hetta varð núverandi tingið upployst.

Tað eru tíggju dagar síðani, at ísraelski forsætisráðharrin, Naftali Bennett boðaði frá, at hann ætlaði at upploysa tjóðartingið og leggja frá sær. Tað gjørdi hann, eftir at fleiri politikarar høvdu boðað frá, at teir tóku stuðulin til samgongu hansara aftur.

Í fjør samdust átta flokkar um at skipa samgongu við einum lítlum meiriluta á 61. Í ísraelska tinginum eru 120 limir.

Hetta verður fimta tjóðartingsvalið í Ísrael í minni enn fýra ár, skrivar Ritzau.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder