Innanlands

Afturkalla eisini Gestus lagkøkubotnar

Seinastu dagarnar eru fýra sløg av lagkøkubotnum, sum eru seldir í Føroyum, afturkallaðir

2022-02-02 09:00 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í farnu viku boðaði Heilsufrøðiliga Starvsstovan frá, at Coronet Cake Company ApS afturkallar tvey sløg av Salling lagkøkubotnum, tí vørurnar kundu vera hýggjuskotnar, og nú verða fleiri Gestus lagkøkubotnar eisini afturkallaðir av somu orsøk.

Er vøran hýggjuskotin er hon ikki egnað til matna, og verður tí heitt á fólk, sum eiga hesa vøru inni, um at beina hana burtur ella lata hana innaftur, har hon er keypt.

Vørurnar eru hesar:

Salling lagkagebunde Kakao
Nettovekt: 340g
Best fyri: 07.02.2022 og 22.02.2022
EAN-strikukota 571872607540

Salling lagkagebunde, lyse
Nettovekt: 340g
Best fyri: 07.02.2022 og 22.02.2022

Gestus Kakao lagkagebunde
Nettovekt: 340g
Best fyri: 07.02.2022
EAN-strikukota 5701410381752

Gestus lagkagebunde, lyse
Nettovekt: 340g
Best fyri: 07.02.2022
EAN-strikukota 5701410375416

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder