placeholder
Innanlands

Áheitanir um harðskap øktar við 50 prosent í 2020

Í sambandi við Altjóða dagin móti harðskapi móti kvinnum varpa Kvinnuhúsið, Kvinnufelagið í Havn, og Amnesty International Føroyar ljós á vaksandi talið á áheitanum, sum Kvinnuhúsið hevur fingið

2020-11-25 13:38 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Tá koronafarstóttin kom til Føroyar, valdu myndugleikarnir at stongja landið niður. Alt steðgaði upp. Fólk vórðu biðin um at vera heima, og í Kvinnuhúsinum var larmandi tøgn í nakrar vikur. Men bæði áðrenn og eftir hesar vikurnar hava tølini fyri áheitanum til Kvinnuhúsinum verið hægri enn undanfarin ár.

2020 er sostatt eitt ár við serliga nógvum áheitanum um harðskap. Sambært Kvinnuhúsinum eru higartil komnar 648 áheitanir í ár. Tað er 116 fleiri enn í fjør.

Í 2019 var talið 432, og í 2018 var talið 434. Talan er sostatt um ein vøkstur á 50 prosent frá í fjør.

– Sum samfelag eiga vit av vísa hesum trupulleikum størsta áhuga, og seta okkum fyri at finna svar, soleiðis at tølini í 2021 verða lægri og ikki hægri enn í ár.

Soleiðis siga teir tríggir felagsskapirnir, Kvinnuhúsið, Kvinnufelagið í Havn, og Amnesty International Føroyar, sum í felags tíðindaskrivi vísa á, at tølini hjá Kvinnuhúsinum siga okkum, at vit mugu geva hesum samfelagstrupuleika serligt uppmerksemi.

Trýstið av áheitanum frá kvinnum, sum eru og hava verið fyri harðskapi, øktiskt so hvørt sum samfelagið lat upp aftur. Talan er serliga um tølini fyri harðskap, har rúsevnismisnýtsla er partur av hendingunum, tølini fyri materiellan og tølini fyri fíggjarligan harðskap.

Eisini børnini verða rakt av harðskapinum.

Samstundis sum harðskapurin er øktur munandi seinasta árið, eru bústaðarmøguleikarnir ógvuliga avmarkaðir, og hetta hevur við sær, at børn eru noydd at liva í heiminum við harðskapi longri enn neyðugt.

Hetta tí at ein, sum ynskir at flyta frá harðskapinum í roynd og veru ikki hevur eitt annað stað at fara, vísa felagsskapirnir á.

– Tað er eingin loyna, at tað eru bólkar í samfelagnum, sum hava verri møguleika at ogna sær ein bústað ella at leiga, soleiðis sum miðanprísurin fyri at leiga alsamt økist. Eisini hetta er ein avbjóðing, sum vit sum samfelag, mugu taka í álvara. Tí um børn eru vitni til harðskap ella sjálvi verða útsett fyri harðskapi, so er stórur vandi fyri at harðskapurin setur sjónlig spor langt inn í vaksnalívið. Vit mugu heilt einfalt hjálpa hesum bólkum í okkara samfelag, sum hava átroknadi tørv á hjálp anno 2020.

Eitt annað slag av harðskapsmálum, sum er økt munandi í ár, eru harðskapsmál, har annar ella báðir partar eru rúsaðir. Talið á hesum málum eksploderaði í ár, økingin var heili 256 prosent. Í fjør var talið á hesum áheitanum 74, meðan talið higartil í ár er komið uppá 264. Hesin bólkur eru serliga útsettur, tí fleiri av hesum detta ímillum skipanir, siga felagsskapirnir.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder