2020-04-04 11:18
Síðst í mars boðaði Airbnb frá, at tey m.a. fara at játta 250 mió. dollarar til at hjálpa útleigarum, sum missa inntøku orsakað av koronasmittuni.
Er ein gisting bókað áðrenn 14. mars við innskriving millum 14. mars og 31. mai í ár, kann útleigarin fáa endurgjald fyri avlýstu gistingina.
Leigarin fær alt gjaldið endurrindað, og Airbnb endurrindar 25 prosent av tí, útleigarin átti at fingið fyri eina avlýsing. Um útleigarin t.d. átti at fingið 400 dollarar, fær hann sostatt 100 dollarar aftur frá Airbnb.
Meira kann lesast her.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald