
Akkrediteringin hjá Heilsufrøðiligu Starvsstovuni er nú endurnýggjað, og er hon sostatt galdandi komandi fýra árini. Kanningarstovan er nú góðkend til íalt 117 kanningarhættir, ið eru fevndir av akkrediteringini.
Tað var í juni mánað, at fýra serfrøðingar frá danska góðkenningarstovninum DANAK vitjaðu kanningarstovuna hjá Heilsufrøðiligu Starvsstovuni.
DANAK fremur skoðan við 16 mánaða millumrúmum og 4. hvørt ár, skal akkrediteringin endurnýggjast. Hendan endurnýggingin er so tann 6 í røðini, skrivar Heilsufrøðiliga Starvsstovan.
– Serfrøðingarnir - ella í hesum høpi assesorarnir - kannaðu og staðfestu, at kanningarstovurnar hjá okkum lúka altjóða krøvini, sum eru ásett í altjóða ásetta standardinum DS/EN ISO/IEC 17025:2017 "Generell krøv av førleika hjá kanningarstovum í sambandi við royndir og kalibreringar".
– DANAK kom til hesa niðurstøðu: ” HFS er et veldrevet laboratorium med et effektivt og velimplementeret ledelsessystem. Medarbejderne er engagerede og kompetente, og der er fokus på en kvalitetsbevidst drift. Det anbefales at laboratoriets akkreditering fornyes”.
– Standardurin krevur, at kanningarstovan kann gera kanningar á sama støði, sum aðrar akkrediteraðar kanningarstovur í heiminum, soleiðis at kundar og myndugleikar kunnu nýta úrslitini í øðrum londum, sum prógv fyri føroyskum útflutningsvørum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald