- Støðan er, at nýggir tunlar eru í íløguætlan landsstýrisins, men mett verður, at støðan er so akut nú, at verkætlanin má í gongd beinanvegin og kann ikki bíða eftir, at pláss kann finnast innan fyri íløgukarmar landsins.
Hetta skrivar minnilutin í rættarnevndini í málinum um fyrireiking til Tunlar norður um Fjall. Meirilutin, sum eru umboð úr samgonguni, mælir løgtinginum frá, at samtykkja uppskotið.
Á fíggjarlógini fyri 2019, sum liggur í løtinginum, eru 1,5 milliónir krónur settar av til at gera kanningar og forprojektering av alternativari linjuføring fyri tunnil úr Gerðabønum í Klaksvík til Árnafjarðar.
Hetta er ikki nóg skjótt sambært minnilutanum og uppskotsstillarunum.
- Sambært langtíðar íløguætlanini hjá landinum verður fyrst farið undir nýggjar tunlar “norður um Fjall” um umleið 4 ár, og tað tekur nøkur ár, áðrenn koyrandi verður. Uppskotsstillararnir meta tí ikki, at tað er ráðiligt at bíða so leingi við hesi verkætlan, stendur í álitinum.
Minnilutin ger eisini vart við, at hetta lógaruppskotið einki hevur at gera við, hvør fíggingarleistur verður valdur, tá tunlarnir verða gjørdir.
- Tá úrslitið av fyrireikingini og forprojekteringini fyriliggur, er ætlanin at koma við endaligum uppskoti til Løgtingið. So verður tað tá upp til Løgtingið at taka støðu til, hvør loysn verður vald – bæði viðvíkjandi linjuføring og fíggingarleisti.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald