Uttanlands

Áleið ein millión danir kunnu skjótt koppsetast fyri koronu

Danmark verður partur av avtaluni hjá ES við Moderna um koppseting. Fyrstu danirnir kunnu verða koppsettir í januar, sigur heilsumálaráðharrin, ið hevur staðfest, at fólk ikki verða noydd at koppseta seg

Magnus Heunicke, ið er komin í trupulleikar orsakað av málinum um minkar í Danmark, hevur í dag upplýst, at í løtuni er koppseting tryggjað til áleið eina millión danir (Mynd: EPA)

Magnus Heunicke, ið er komin í trupulleikar orsakað av málinum um minkar í Danmark, hevur í dag upplýst, at í løtuni er koppseting tryggjað til áleið eina millión danir (Mynd: EPA)

2020-12-03 19:41 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Magnus Heunicke, ið er komin í trupulleikar orsakað av málinum um minkar í Danmark, hevur í dag upplýst, at í løtuni er koppseting tryggjað til áleið eina millión danir. Heilsumálaráðharrin skrivar á Twitter, at um koppsetingin verður góðkend, so verður hetta veruleiki.

Tann nýggjasta avtalan, ið Danmark er vorðin partur av, er tann ið ES hevur við amerikansku fyritøkuna Moderna. Hetta er tann sætta avtalan, ið danir hava gjørt um koppseting fyri Covid-19, og tað kann hava við sær, at samanlagt ein millión koppsetingar skjótt verða tøkar í Danmark. Magnus Heunicke hevur fyri stuttum sagt, at í januar mánaði verður møguleiki hjá dønum at verða koppsettir. 

Heilsumálaráðharrin hevur eisini staðfest, at tað verður ikki tvungið í Danmark - at tað at koppseta seg fyri koronu verður upp til hvønn einstakan. Ein nýggj kanning vísur, at 60 prosent av teimum spurdu taka undir við hesum, meðan fimti hvør sigur, at øll eiga at verða koppsett - um tey so vilja tað ella ikki. 

Tað er gjørt upp, hvørja ávirkanin koppsetingin kann fáa. Meira enn ein útav tíggju fáa millum annað høvuðpínu, fepur og fara at merkja eymleika í vøddunum og pínu í liðunum. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder