Innanlands

Áleið helvtin hava longu heintað startnummar

Í skrivandi løtu eru yvir 3.950 luttakarir

Mynd: Klaksvíkar kommuna

Mynd: Klaksvíkar kommuna

2019-05-31 07:08 Author image
Ari av Rana
placeholder

Í gjár opnaðu dyrnar í býráðsalinum, har tey tilmeldaðu høvdu møguleika at heinta sítt startnummar og sína blus. Fólk streymaðu inn í allan gjár.

Serliga fólk frá Treysti hava lagt nógv orku í at fyriskipa tiltakið, og tað merktist eisini í býráðshøllini, at tey saman við teimum mongu sjálvbodnu, vóru klár at taka ímóti teimum, sum í gjár vóru møtt.

Í skrivandi løtu eru yvir 3.950 luttakarir, sum hava teknað seg til Royal Run.

Til ber at heinta startnummar og blus í dag frá kl. 16.00 til kl.18.00, skrivar Klaksvíkar kommuna.

Um neyðugt ber eisini til at heinta startnummar leygardagin 1. juni á start og mál økium.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder