Uttanlands

Alexandra skal selja Bang & Olufsen

Fyrrverandi danska prinsessan missir kongaligu undirhaldsveitingina í summar

(Savnsmynd: EPA)

(Savnsmynd: EPA)

2020-05-18 09:45 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Alexandra, greivinna, fyrrverandi prinsessa, hevur fingið starv hjá Bang & Olufsen. Hon skal nú arbeiða við sølu av hádygdar sniðgeving og vørunum hjá fyritøkuni, sum byrjaði í Struer í Jútlandi. Tað skrivar Ritzau í dag.

Sambært vikublaðnum Se & Hør skuldi 55 ára gamla fyrrverandi prinsessan byrja í starvinum á høvuðssætinum í Lyngby í dag.

Hon fær starvsheitið Director for Client Programmes, og skal arbeiða við at finna nýggjar kundabólkar, og menna ætlanir fyri kundar.

- Eg gleði meg til at byrja í fyritøkuni, og síggi fram til at skulu arbeiða við at selja eina vøru, sum er vorðin eitt danskt ikon, sigur Alexandra við Se & Hør.

Nú í summar fær Alexandra ikki longur apanagu, tað er árliga undirhaldsveiting sum partur av danska kongshúsinum. Hetta hendir nú yngsti sonur hennara, Felix prinsur, fyllir 18 ár.

Felagið, sum Alexandra nú skal starvast fyri, er í fíggjarligum trupulleikum í løtuni. Í farnu fiku boðaði B&O frá, at felagnum vantar 400 milliónir krónur í fyri at halda seg flótandi. Felagið roknar við at fáa pengarnar til vega við at útskriva fleiri partabrøv.

- Eins og aðrar brúkaravørur, eru vit ávirkað av afturlatingunum, ið henda í flestu londum, og so leingi kreppan varir, fer hon at ávirka okkara sølu, sigur Ole Andersen, nevndarformaður í Bang & Olufsen, sambært Ritzau.

Keyparar eru funnir til partabrævaútskrivingina. Haldast skal tó ein eykaaðalfundur áðrenn henda sølan kann setast í verk. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder