
Allar Bygdaleiðir uttan 700 og 701 byrja at koyra aftur frá umleið kl. 16.00. Hesum boðar Strandfaraskip Landsins frá á heimasíðu sínari.
Nógvi vindurin í morgun og ígjøgnum dagin hevur gjørt, at eingin bussur hjá Bygdaleiðum hevur havt koyring.
Ongin busskoyring millum bygda í dag
Nú verður roynt aftur - á øllum leiðum uttan teimum í Suðuroynni.
Syril hevur bert silgt ein túr í dag (av Krambatanga klokkan 11) og siglir aftur klokkan 19 av Havnini.
Ternan siglir bert ein túr bert ein túr afturat í dag: Av Havnini klokkan 20.30.
Eingin sigling er ímillum Sandoynna og Skúvoynna orsaka av veðrinum.
Sí veðrið her
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald