Uttanlands

Allir danir fáa tilboð um koronatest

Øll vaksin í Danmark kunnu nú møguleika at lata seg kanna

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2020-05-18 11:08 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Allir vaksnir borgarar í Danmark fáa nú møguleika til at bíleggja eina tíð fyri at vera kannað fyri koronavirus.

Tað skrivar danska heilsumálaráðið í tíðindaskrivi í dag.

Í morgun varð sostatt latið upp til at teir fyrstu 600.000 borgararnir kundu bíleggja eina kanning. Í fyrstu atløgu er talan um borgarar millum 18 og 25 ár.

Komandi dagarnar verður møguleikin eisini latin upp fyri hinar árgangirnar.

Í fyrstu atløgu verður tað so, at hvør borgari kann bíleggja eina test innan komandi 180 dagarnar, tá tey halda, at brúk er fyri tí, skrivar heilsumálaráðið.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder