Innanlands

Allir miðnámsskúlanæmingar fáa ikki lestrarstuðul

Meiriluti í løgtinginum atkvøddi ímóti at miðnámsskúlanæmingar undir 18 ár skulu fáa lestrarstuðul

2018-12-10 11:06 Author image
Ari av Rana
placeholder

Á løgtingsfundi í dag var atkvøðugreiðsla um mál, har Jørgen Niclasen, formaður í Fólkaflokkkinum, heitti á landsstýrið um at leggja fram lógaruppskot fyri tingið um at miðnámsskúlanæmingar, usm eru undir 18 ár, eisini eiga at fáa lestrarstuðul.

Jørgen Niclasen vísti í lógaruppskoti á, at útreiðslurnar hjá einum 17 ára gomlum miðnámsskúlanæmingi ikki eru øðrvísi enn hjá einum 18 ára gomlum.

Einki orðaskiftið var í 2. Viðgerð av málinum, og tí fór málið beint til atkvøðugreiðslu.

Løgtingið atkvøddi soleiðis, at 5 atkvøður vóru fyri, eingin blonk, og 23 atkvøður ímóti. Tað verður tí ikki á hesum sinni, at miðnámsskúlanæmingar undir 18 ára fáa lestrarstuðul.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder