
Fyrrapartin vórðu fimm ísraelskir gíslar leyslatnir í Gazageiranum, og seinnapartin boðar ísraelski herurin frá, at allir seks gíslar, sum eftir ætlan skuldu leyslatast í dag, eru latnir Reyða Krossi og farnir aftur til Ísrael.
Sætti gíslin, sum varð leyslatin er Hisham Al-Sayed, skriva ísraelskir miðlar sambært Ritzau. Hann hevur verið fangaður í Gazageiranum í nærum tíggju ár.
Gíslarnir vórðu leyslatnir sum liður í avtaluni um vápanhvíld millum Ísrael og palestinski Hamas-rørsluna í Gazageiranum. Vápnahvíldin kom í gildi 19. januar.
Hinir gíslarnir, sum vórðu leyslatnir í morgun, vóru Tal Shoham, Avera Mengistu, Eliya Cohen, Omer Shem Tov, og Omer Wenkert, sum eru í aldrunum 22 til 40 ár.
Gíslarnir vórðu leyslatnir sum liður í avtaluni um vápnahvíld millum Ísrael og palestinski Hamas-rørsluna í Gazageiranum. Vápnahvíldin kom í gildi 19. januar.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald