Innanlands

Almannaverkið: Falskað undirskrift var ein óskyldig misskiljing

Hildur Hermansen vísti í skrivi til Eyðgunn Samuelsen á viðurskifti, sum hon var ónøgd um. Almannaverkið vil bara svara partvís

(Savnsmynd: Edvard Heen)

(Savnsmynd: Edvard Heen)

2019-04-08 16:20 Author image
Regin Winther Poulsen
placeholder

Hildur Hermansen skrivaði 14. februar undir uppsagnaravtalu við Eyðgunn Samuelsen, landsstýriskvinnu í almannamálum. Avtalan hevði við sær, at Hildur Hermansen, sum var tænastumaður, fær 3 ára løn. Men tilgongdin í uppsagnarmálinum av Hildur Hermansen hevur verið merkt av ivasamari handfaring av málinum frá Almannaverksins síðu. Í tveimum førum var Hildur Hermansen kallað til fundar við stuttari freist og biðin um at fara heim. Síðstu ferð var 22. januar í 2019, eftir at tveir leiðarir undir Hildur Hermansen høvdu kært um hana 11. januar.  

Pedagogfelagið kærdi at enda Hermann Mortensen, depilsstjóra á Almannaverkinum, um handfarðingina á av málinum, sum tey hildu vera ólógliga. Fríggjadagin varð tann kæran svarað, og Almannaverkið heldur ikki, at nakað skeivt er farið fram. 

Men 23. februar í 2019 sendi Hildur Hermansen sjálv landsstýriskvinnuni í Almannamálum, Eyðgunn Samuelsen, skriv um viðferðina, sum hon hevði fingið. 

- Eg fari at krevja eitt greitt svar uppá, um Almannaráðið er av teirri áskoðan, at hetta mál er rætt handfarið fyrisitingarliga og starvsfólkarættarliga og um ráðið kann taka undir við teirri framferð, sum leiðslan fyri Almannaverkið hevur útinnt móti mær seinasta árið, skrivaði Hildur Hermansen tá í teldupostið til Eyðgunn Samuelsen. Edvard Heen fekk eisini skrivið frá Hildur Hermansen. 

Edvard Heen hevur nú svarað Hildur Hermansen og hann heldur eftir øllum at døma ikki, at nakað skeivt er farið fram í málinum. 

- Tá fráfarðingaravtala er gjørd, er málið endaliga avgreitt og meta vit ikki, at tað er komið nakað fram ið ger, at málið skal viðgerast av nýggjum, sigur Edvard Heen millum annað í skrivinum. Men tey leggja afturat at tey vilja koma við eini rættleiðing. 

Ikki falskað undirskrift - men óskyldig misskiljing 
- Eitt nú kann nevnast, at annar varaleiðarin, sum hevur skrivað kæru, tvær reisur hevur falskað undirskrift hjá undirritaðu. Hetta er gjørt vart við mótvegis leiðsluni í Almannaverkinum, men ongi stig eru tikin hesum viðvíkjandi, skrivaði Hildur Hermansen í sínum skrivi til Eyðgunn Samuelsen. 

Talan er um ein av leiðarunum undir Hildur Hermansen, ið seinni kærdi um hana, sum hevur falskað undirskriftina hjá Hildur Hermansen í sambandi við setanarskriv. Hildur Hermansen gjørdi vart við støðuna hjá leiðsluni á Almannaverkinum, men onki meira varð gjørt við málið. 

Men Edvard Heen heldur ikki talan vera um falsan av undirskrift, men eina óskyldiga misskiljing, og hann heldur at Hildur Hermansen kundi sjálv havt tikið stig til starvsfólkarættarligar fylgjur, um hon metti talan vera um nakað álvarsmál. 

- Vit duga ikki at síggja, at tað liggur nøkur áheitan frá eindarleiðaranum um at taka starvsfólkarættarlig stig mótvegis einum leiðara. Orsøkina meta vit vera, tí hesar hendingar snúgva seg ikki um, at nakar hevur falskað, men um óskyldigar misskiljingar, sigur hann í svarinum til Hildur Hermansen. 

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder