placeholder
Uttanlands

Álopsmaður drap 11 fólk í Pittsburgh í USA

Álopsmaðurin leyp á jødisk sýnagogu leygardagin

Fólk løgdu blómur við Tree of Life sýnagoguna (Mynd: EPA)

Fólk løgdu blómur við Tree of Life sýnagoguna (Mynd: EPA)

2018-10-29 08:07 Author image
Ari av Rana
placeholder

11 fólk lótu leygardagin lív í einari jødiskari sýnagogu í Pittsburgh í USA, tá ein álopsmaður byrjaði at skjóta inni í sýnagoguni.

Umframt tey 11 vórðu seks fólk særd í álopinum á Tree of Life sýnagoguna. Fýra teirra vóru løgreglufólk.

Álopsmaðurin var 46 ára gamli Robert Bowers. Hann hevði tríggjar Glock 57 revolvarar og eina AR-15 álopsriflu, skrivar BBC.

Robert Bowers var skotin fleiri ferðir og er á sjúkrahúsi, har hann er stabilur. Hann skal eftir ætlan í rættin seinni í dag.

Tey dripnu vóru millum 54 og 97 ára gomul. Millum tey dripnu eru tveir beiggjar og eini hjún.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder