Innanlands

ALS eigur eina milliard næsta ár: Heldur enn at lækka gjaldið vil landsstýrismaðurin brúka pengarnar

Pengarnir skulu brúkast til arbeiðsmarknaðardepil, heldur Heðin Mortensen

Savnsmynd

Savnsmynd

2019-04-03 19:33 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Ein milliard krónur.

Tað er tað, sum Arbeiðsloysisskipanin eigur inni næsta ár. Tað eru nógvir pengar, men landsstýrismaðurin heldur ikki, at ALS-gjaldið eigur at lækka. Heldur skal ein partur av pengunum brúkast til at styrkja um arbeiðsmarknaðin.

- Tað er øgiliga lætt at lækka gjaldið, men eg eri meira fyri at hjálpa øllum samfelagnum - serliga teimum tímaløntu. Vit skulu hjálpa teimum við at hava fleiri bein at standa á við smáum útbúgvinum ella skeiðvirksemi, sigur Heðin Mortensen, landsstýrismaður, við útvarpið í kvøld.

- Hví ikki gera ein arbeiðsmarknaðardepil á hesum økinum fyri ein part av hesum pengunum. Tað kundi verið ein partur av arbeiðsmarknaðargjaldinum, sum bleiv brúktur til hetta, sigur Heðin Mortensen.

- Nú vit eru so væl fyri, hava vit møguleikan, og hví ikki hugsa eini tíggju til tjúgu ár fram í tíðina, sigur hann við Kringvarpið.

ALS gjaldið er 1,25 prosent av lønini, og av tí at arbeiðsloysið hevur verið so lágt seinnu árini, hópar tað seg upp í kassanum hjá skipanini.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder