Innanlands

Alsamt færri tannáringaforeldur

634 eru vorðin foreldur í tannárunum frá aldarskiftinum til í dag

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2023-11-24 14:56 Author image
Sverri Egholm
placeholder

634 eru vorðin foreldur í tannárunum frá aldarskiftinum til í dag. Tað upplýsir Hagstovan í dag.

Av hesum vóru 514 tannáringamøður og 120 tannáringapápar. Tað merkir, at fyri hvønn skrásettan tannáringapápa vóru 4,3 tannáringamøður.

Tað gerast færri og færri foreldur í tannárunum. Tað sæst í hagtølunum, sum Hagstovan hevur sett upp á talvuni niðanfyri. Talvan vísir føðitíttleika hjá hálvaksnum fyri hvørjar 1000 kvinnur í aldursbólkinum.

Fleiri hagtøl síggjast her

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder