Innanlands

Alt bendir á, at Edmund og Sjúrður hava vunnið

Bíða eftir úrslitunum úr Havn

Edmund Joensen fær sæti á fólkatingi aftur (Savnsmynd)

Edmund Joensen fær sæti á fólkatingi aftur (Savnsmynd)

2019-06-05 22:06 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Tað tykist ikki at vera nakar ivi um, at Edmund Joensen og Sjúrður Skaale hava vunnið fólkatingsvalið í dag.

Nú verður bara bíðað eftir endaliga úrslitinum úr Havn. Áðrenn hetta úrslitið standa Sambandsflokkurin og Fólkaflokkurin at vera fremst.

Men fyribils høvuðsúrslitini í Havn eru kunngjørd, og tey vísa, at Javnaðarflokkurin verður toppskorari í Havnin, og fær so mikið fleiri atkvøður enn Fólkaflokkurin, at tað verður Javnaðarflokkurin, sum fær mann valdan.

The grand old man hjá Sambandsflokkinum, Edmund Joensen, hevur nógv flestar atkvøður á sambandslistanum, og fær sostatt sætið aftur á fólkatingi eftir at hava verið úti í eitt valskeið.

Hjá javnaðarlistanum er tað Sjúrður Skaale, sum fær nógv flestar atkvøður, og stendur eisini til at fáa flest persónligar atkvøður av øllum teim uppstillaðu.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder