Mentan

Alt er upp til hyggjaran

Hálvfinalan í X Factor verður í annaðkvøld, og Tina og Kári fara at syngja tvey løg í part. Hyggjararnir avgera fult og heilt hvør skal í finaluna

(Mynd: Lasse Lagoni / TV2)

(Mynd: Lasse Lagoni / TV2)

2022-03-31 13:58 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Tað verður hyggjarin sum fult og heilt avgerð, hvør sleppur víðari í hálvfinaluni í X Factor í annaðkvøld, og verður millum tey trý í sjálvari finaluni.

[object Object](Mynd: Lasse Lagoni / TV2)

Millum teir níggju luttakararnar, sum trinu á pall á fyrsta sinni 26. februar, vóru Tina Mellemgaard úr Hoyvík og Kári Fossdalsá av Toftum. Hóast harða kapping, eru tey framvegis við í kappingini, og eru millum fýra tey síðstu.

Í fleiri fríggjakvøld á rað hevur verið væntað, at Kári Fossdalsá fór at vera sendur heim, men tvær ferðir á rað hava hyggjararnir óvæntað givið honum møguleikan at halda fram.

Tina Mellemgaard sum í vikuni fylti 19 ár, var næstseinasta fríggjadag í vandabólkinum, men eftir framførslu av egnum lagi síðsta fríggjadag eydnaðist at koma beinleiðis víðari til hálvfinaluna.

Nú tá tað bara eru fýra luttakarar eftir, skulu teir framføra tvey løg í part. Hvørji hesi eru, er ikki kunngjørt enn. Vanliga verður hetta avdúkað fríggjadag fyrrapart.

X Factor verður sent á dansa TV2 í annaðkvøld klokkan 19 føroyska tíð.

Les eisini: - Sum svensk pitsa við kópatvøsti

Portalurin verður til staðar til X Factor showið í annaðkvøld fyri at fylgja við hvussu tað gongur føroysku luttakarunum og gera samrøður aftaná. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder