Innanlands

Altjóða dagur teirra, ið bera brek 2019 er týsdagin

Í hesum sambandi skippar MEGD fyri tiltaki í Smæruni við framløgum o.ø

2019-11-28 21:32 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Øll ynskja sær ein virknan og mennandi gerandisdag, og tó uppliva fleiri hvørt ár, at lívið fær eina bráa vend. Vanliga eru tey partur av einum virknum gerandisdegi, men alt í einum verður gerandisdagurin fyltur av ókendum avbjóðingum. 

Onnur hava kent líknandi avbjóðing alt lívið. Hetta ger ikki avbjóðingina minni. 

Felags fyri øll er tó ynskið um at vera partur av einum mennandi gerandisdegi saman við øðrum. Uttan undantak. Tí hevur tað týdning, hvussu skipanir uttan um hesi eru skipaðar, tí tær eru sjálv fyritreytin fyri luttøku.

Orð sum habilitering og rehabilitering eru kend. Tey verða í grein 26 í ST-sáttmálanum um rættindi hjá einstaklingum, ið bera brek, nevnd menning og endurmenning. 

Ásett er í sáttmálanum, at Føroyar skulu taka munadygg og hóskandi stig til at gera fólk, ið bera brek, før fyri at vinna sær og varðveita størst møguligt sjálvræði, fullan likamligan, sálarligan, sosialan og vinnuligan førleika og fullvegis part og luttøku í øllum lívsins viðurskiftum. 

Hvussu gera vit hetta?

Kom í Smæruna týskvøldið 3. desember, tá MEGD skipar fyri tiltaki í Smæruni í Tórshavn kl. 19 undir heitinum „Eitt virkið lív” um luttøku í øllum lívsins viðurskiftum. Á skránni verður framløga, kjak, persónligar søgur, framsýning av barnatekningum, tónleikur, kaffi og prát. 

Kvøldið byrjar við framløgu frá Heina í Skorini, Ph.D í altjóða politikki, undir heitinum „Ímillum vinir og fíggindar: Føroyar, ST og altjóða lóg.” 

Tey, ið eisini verða við eru Kaj Leo Johannesen, landsstýrismaður í heilsumálum, Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttir, landsstýriskvinna í almannamálum, Eyðun Christiansen, stjóri í kommunufelagnum, Hallur Thomsen, depilsstjóri í Almannaverkinum og Marjun Poulsen, fysioterapeutur og master í heilsuvísindum, sum fáa høvi at seta orð á loysnir. 

Hervør Lützen og Katrin Dagbjartsdóttir siga frá teirra søgu og royndum á økinum.

Herborg Torkilsdóttir spælir, og Óluva Zachariassen er orðstýrari. Høvi verður at seta spurningar.

Smæran verður sama kvøld karmur um framsýning av barnatekningum, sum næmingar í Vágs skúla og Skúlanum í Eysturkommunu hava teknað.

Við hesum bjóðar MEGD tær at vera hjartaliga vælkomin á altjóða dag teirra, ið bera brek 2019.

Megd

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder