Innanlands

Altjóða kvinnudagur á Føroya Fólkaháskúla

Í dag er altjóða kvinnudagur, og í hesum sambandi skipa Amnesty International Føroyar og javnstøðunevndin fyri almennum sofapráti um persónligu og samfelagsligu avleiðingarnar av niðrandi málburði á sosialu miðlunum.

Føroya Fólkaháskúli (Savnsmynd)

Føroya Fólkaháskúli (Savnsmynd)

2023-03-08 07:37 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Sofaprátið er liður í stórum Altjóða kvinnudagshaldi, sum verður á Føroya Fólkaháskúla.

Tær, sum fara at viðgera evnið, eru Ruth Vang, fíggjarmálaráðfrú, Annika Olsen, lands- og kommunalpoltikari og Súsanna Olsen, námslektari í samfelagsvísindum á Setrinum. Barbara Holm stýrir sofaprátinum.

Sama sjabb?
Sjón gekk fyri søgn, tá Anna Falkenberg fyrr í ár hevði hildið sína fyrstu røðu á talarastólinum sum nývaldur fólkatingslimur. Næstu dagarnar var ein ørgrynna av niðrandi viðmerkingum at lesa á sosialum miðlum. Viðmerkingarnar snúðu seg ikki um boðskapin, Anna Falkenberg hevði á talarastólinum, men um, at hon er ikki før fyri at umboða okkum sum land - tí hon er kvinna. Um sama mundið vóru eisini nógvar niðrandi viðmerkingar at síggja um Hervør Pálsdóttir og Ingilín Didriksen Strøm.

Niðrandi málburður á netinum eru onki nýtt fyribrigdi, og heldur ikki er nýtt at varpa ljós á henda trupulleikan. Vit eru tó sannførd um, at so leingi sum vit síggja hesa atferð á sosialu miðlunum, er neyðugt, at hetta orðaskiftið heldur fram.

Á tiltakinum á Háskúlanum í dag seta vit tí spurningar sum: Skulu vit stúra fyri, at vit fara at síggja meiri av slíkum málburði, nú vit hava fingið fleiri kvinnur í løgtingið, landsstýrið og Fólkatingið? Er trupulleikin einans eitt natúrligt hjáárin, tá kvinnur trína á almenna pallin? Hvussu ávirkar niðrandi málburður persónliga? Og hvussu við almenna kjakinum og fólkaræðisligu samrøðuni? Ávirkar hetta hugin hjá fólki at siga sína meinning og taka lut í eitt nú politikki?

Tiltakið á Háskúlanum er ókeypis og byrjar kl. 19. Innslagið um niðrandi málburð byrjar kl. 20.30.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder