Uttanlands

Amerikanarar fáa ongan fund við grønlendsk stjórnarumboð

Tað sigur virkandi landsstýrisformaðurin í Grønlandi, Múte B. Egede

Múte B. Egede, virkandi landsstýrisformaður í Grønlandi (Mynd: EPA)

Múte B. Egede, virkandi landsstýrisformaður í Grønlandi (Mynd: EPA)

2025-03-24 09:02 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Hósdagin fer amerikanska varaforsetafrúan, Usha Vance til Grønland saman við einum av synum sínum. Við sær hevur hon eisini amerikanska trygdarráðgevan, Mike Waltz og amerikanska orkumálaráðharran, Chris Wright.

Undir vitjanini verður eingin fundur millum amerikonsku gestirnar og grønlendsku stjórnina, sigur virkandi grønlendski landsstýrisformaðurin, Múte B. Egede.

– Amerikanararnir hava eisini fingið greið boð um, at fundir fyrst kunnu verða hildnir, tá eitt nýtt landsstýri hevur tikið við, skrivar Múte B. Egede í dagføring á Facebook.

– Harafturat skal undirstrikast, at okkara sjálvræðisrættur og fólkaræði skal virðast, uttan órógv uttanífrá.

Boðað hevur verið frá, at talan er um eina privata vitjan hjá amerikanarunum, men vitjanin kann ikki verða roknað sum privat, sigur virkandi stjórnarleiðarin í Grønlandi.

– Vit síggja jú longu nú, hvussu stóra øsing hetta hevur skapt.

Í gjár váttaðu Hvítu Húsini grønlandsvitjanina, og Brian Hughes, talsfólk hjá Hvítu Húsunum sigur, at vitjanin er ein møguleiki at byggja umm samstarv, sum virða grønlendska sjálvræðisrættin.

– Vitjanin snýr seg um at læra meira um Grønland, grønlendsku mentanina, søguna og fólkið, og at síggja eina hundasletukapprenning, sum USA hevur stuðlað, sigur hann sambært Ritzau.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder