Í farnu viku gav amerikanski forsetin, Joe Biden boð um, at flaggast skuldi í hálvari stong á øllum almennum bygningum í 30 dagar, fram til 28. januar, fyri at minnast Jimmy Carter, sum andaðist sunnudagin í farnu viku, 100 ára gamal.
Les eisini: Jimmy Carter jarðaður 9. januar
Hetta merkir, at flaggið eisini verður í hálvari stong, tá Donald Trump verður tikin í eið sum forseti 20. januar, og tað er hann sera misnøgdur við.
Í dagføring á sínum egna sosiala miðli, Truth Social, finst Trump at Demokratunum, sum hann sigur fegnast um, at flaggið møguliga verður í hálvari stong, tá hann verður tikin í eið.
– Tey halda, tað er frálíkt, og eru so fegin um hetta, tí tey veruliga ikki eru góð við okkara land, tey hugsa bert um seg sjálvi, sigur Trump.
– Flaggið fer møguliga, fyri fyrstu ferð nakrantíð undir einari innsetan av einum komandi forseta, at vera í hálvari stong. Eingin vil síggja hetta, og eingin amerikanari kann vera fegin um hetta. Lat okkum síggja, hvussu leikur fer, sigur hann.
Tað verður tó ikki fyrstu ferð, at flaggið verður í hálvari stong, tá ein forseti verður tikin í eið. Tað er nevniliga hent eina ferð áður, 20. januar 1973, tá Richard Nixon varð tikin í eið fyri aðru ferð. Hetta var eftir, at fyrrverandi forsetin, Harry S. Truman var deyður 26. desember 1972.
Seinna innsetanin hjá Richard Nixon 20. januar 1973 (Mynd: Library of Congress)
Tað hevur seinastu mongu árini verið siðvenja í USA at flagga í hálvari stong í 30 dagar, eftir at ein fyrrverandi forseti er deyður, men tað er tó ikki eitt krav. Sostatt kann Trump velja at koyra fløggini uppaftur, tá hann er blivin forseti aftur, men fram til innsetanina liggur avgerðin hjá Joe Biden, og sambært talsfólki hjá Hvítu Húsunum, Karine Jean-Pierre, fer Biden ikki at broyta sína avgerð, skrivar tíðindastovan AP.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald