placeholder
Uttanlands

Amerikanska ST-sendikvinnan leggur frá sær

Nikki Haley hevur biðið Trump um at verða loyst úr starvi

Donald Trump og Nikki Haley í ST-trygdarráðsfundi

Donald Trump og Nikki Haley í ST-trygdarráðsfundi

2018-10-09 15:45 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Nikki Haley, amerikansk sendikvinna í Sameindum Tjóðum, leggur frá sær í dag. Fyrrverandi guvernørurin í South Carolina hevur biðið Donald Trump um at verða loyst úr embætinum.

Og á tíðindafundi seinnapartin okkara tíð, fer Donald Trump av boða frá, at hann hevur loyst Nikki Haley úr starvi, skriva amerikanskir miðlar, hóast tíðindini ikki eru váttað úr Hvítu Húsunum enn.

Donald Trump setti 46 ára gomlu Haley í starvið í januar mánaði í fjør.

Hon avloysti Michele J. Sison, sum var fyrsti ST-sendiharrin til ST hjá Trump, forseta, sum nú skal vinna tann triðja persónin at taka sær av hesum embætinum. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder