Amerikanski uttanríkisráðharrin, Mike Pompeo, fer hósdagin til Norðurkorea at fundast í tveir dagar við norðurkoreanska leiðaran, Kim Jong-un, um avdubbing á koreansku hálvoynni, skrivar tíðindastovan Reuters.
Tað er triðju ferð, at amerikanski uttanríkisráðharrin fer til Norðurkorea seinastu mánaðirnar.
Kim Jong-un játtaði á toppfundinum 12. juni millum hann og amerikanska forsetan, Donald Trump, at hann var viljugur "at arbeiða fram ímóti at avdubba koreansku hálvoynna", men einki nágreiniligt varð tó avtalað á fundinum tá, um hvussu farast skal fram við avdubbingini.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald