Uttanlands

Amerikanski verjumálaráðharrin í Panama

Pete Hegseth skal hitta umboð fyri fleiri lond í Miðamerika, sum eru á eini trygdarráðstevnu í Panama býi

Pete Hegseth, t.h., heilsar upp á panamanska ráðharran fyrr landsins trygg, Frank Abrego (Mynd: EPA)

Pete Hegseth, t.h., heilsar upp á panamanska ráðharran fyrr landsins trygg, Frank Abrego (Mynd: EPA)

2025-04-08 08:23 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Amerikanski verjumálaráðharrin Pete Hegseth kom í gjárkvøldið til Panama á síni fyrstu vitjan har eftir at Donald Trump, forseti, boðaði frá, at hann hevur ætlanir um at yvirtaka Panamaveitina.

Á vitjanini skal Hegseth vitja embætisfólk úr Panama og umboð fyri verjumálaráðini í øðrum londum í Miðamerika, sum eru við á eini trygdarráðstevnu í Panama býi.

Amerikanski forsetin, Donald Trump, hevur í fleiri førum sagt, at USA ynskir at fáa valdið yvir Panamakanalina aftur.

Sera týdningarmikla handilsrutan bindur Atlantshavið við Kyrrahavið og styttir munandi um ferðina enn um ferðin skal ganga allan vegin suður um Kapp Horn sunnast í Suðuramerika.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder