Uttanlands

Amerikanskt friðaruppskot viðurkennir Krim sum russiskt øki

Tað siga ónevndar keldur við amerikanskar miðlar

Amerikanski uttanríkismálaráðharrin, Marco Rubio sigur, at hann vil síggja framstig í samrðingunum við Ukraina og Russland (Mynd: EPA)

Amerikanski uttanríkismálaráðharrin, Marco Rubio sigur, at hann vil síggja framstig í samrðingunum við Ukraina og Russland (Mynd: EPA)

2025-04-19 13:40 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Amerikanska umsitingin er sinnað at viðurkenna Krim-hálvoynna sum russiskt øki í møguligari friðaravtalu millum Ukraina og Russland, upplýsa ónevndar keldur fyri miðlunum CNN og Bloomberg.

Krimhálvoyggin varð hertikin av Russlandi í 2014, men flestu lond viðurkenna ikki Krim sum part av Russlandi.

Ukrainski forsetin, Volodymyr Zelenskyj hevur fleiri ferðir sagt, at Ukraina ætlar at endurvinna øki, sum Russland hevur tikið undir krígnum, harundir Krim. Russland hevur hinvegin kravt, at Ukraina skal taka herdeildir sínar úr landslutunum, sum Russland hevur hertkið.

Uppskotið til eina friðaravtalu, enn ikki er liðugt orðað, varð sambært kelduni hjá CNN deilt við umboðum fyri Evropa og Ukraina á fundi í franska høvuðsstaðnum París í gjár, skrivar Ritzau.

Keldan upplýsir eisini, at amerikanski uttanríkismálaráðharrin, Marco Rubio hevur kunnað russiska starvsbróðir sín, Sergej Lavrov um uppskotið.

Amerikanska umsitingin ætlar í komandi viku at arbeiða víðari við uppskotinum saman við umboðum úr Evropa og Ukraina í bretska høvuðsstaðnum, London.

Samstundis ætlar USA at senda serliga sendifólkið, Steve Witkoff til Miðeystur at hitta umboð fyri Russland.

Fríggjadagin søgdu bæði Marco Rubio og amerikanski forsetin, Donald Trump at tey vilja síggja framstig í samráðingunum við Ukraina og Russland, um USA samstundis skal luttaka í friðarsamráðingunum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder