Uttanlands

Amerikanskt sendifólk fer til Moskva

Steve Witkoff fer at hitta umboð fyri Russland, sum hava biðið um ein fund, sigur amerikanski forsetin, Donald Trump

Steve Witkoff og Donald Trump avmyndaðir í Hvítu Húsunum 28. mai (Mynd: EPA)

Steve Witkoff og Donald Trump avmyndaðir í Hvítu Húsunum 28. mai (Mynd: EPA)

2025-08-04 10:02 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Steve Witkoff, serligt sendifólk hjá USA fer seinni í vikuni til russiska høvuðsstaðin Moskva at hitta umboð fyri Russland, sigur amerikanski forsetin, Donald Trump.

Tað eru russar, sum hava biðið um fundin, sigur Trump sambært DR.

– Hann fer møguliga til Russlands mikudagin ella hósdagin. Tey vilja fegin síggja hann. Tey hava biðið um fund, so nú mugu vit síggja, hvat hendir.

Trump undirstrikar, at Witkoff í løtuni leggur dent á at tryggja neyðhjálp til sivilfólk í Gaza, men at Russland verður rakt av nýggjum revsitiltøkum, um tey ikki taka undir við einari avtalu um vápnahvíld í seinasta lagi fríggjadagin.

Witkoff vitjaði um vikuskiftið í Gaza og Ísrael, har hann lovaði avvarðandi hjá gíslum í Gaza, at arbeitt var við einari ætlan, sum skuldi fáa ein enda á krígnum.

– Vit hava eina ætlan, sum skal fáa enda á krígnum í Gaza


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder