placeholder
Uttanlands

Amerikanskur borgarstjóri dripin í Afghanistan

Hildið verður, at talan var um eitt sonevnt insider-álop

2018-11-04 10:20 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Brent Taylor, ið var borgarstjóri í býnum North Ogden í amerikanska statinum Utah, varð ígjár dripin í einum álopi í afghanska høvuðsstaðnum Kabul. Hildið verður, at talan var um eitt sokallað insider-álop. Tað skrivar TV2.

Eisini var ein annar amerikanskur hermaður særdur í álopinum, boðar talsfólk hjá amerikanska herinum frá.

Brent Taylor var 39 ár og pápi at sjey børnum. Hann varð fluttur til tænastu í Afghanistan í januar fyri tjóðarhirðina í Utah. Eftir ætlan skuldi hann vera har í eitt ár.

Áður hevði Brent Taylor verið í Irak tvær ferðir og eina ferð í Afghanistan.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder