Amerikanski presturin Joseph Lowery, sum var ein framtraðkandi maður í amerikanska borgarrarættindastríðnum, er deyður 98 ára gamal.
Tað skrivar The King Center á Twitter.
Joseph Lowery var frá fyrst í 50unum ein framtraðkandi stríðsmaður í borgararættindarørsluni í parti við kendum mannarættindastríðsmonnum sum Martin Luther King og Jesse Jackson.
Í 1957 var Lowery prestur við til at stovna borgararættindafelagsskapin Southern Christian Leadership Conference (SCLC) saman við Martin Luther King. Hesum stóð hann á odda fyri í 20 ár.
Joseph Lowery andaðist seint fríggjadagin við familjuni rundanum seg. Sambært Ritzau var orsøkin natúrlig, og hevði deyði hansara einki við koronaútbrotið at gera.
Joseph Lowery talaði, tá Barack Obama gjørdist forseti í januar 2009. Fáar mánaðir seinni fekk hann "The Presidential Medal of Freedom", sum er tann størsti heiðurin, eitt sivilfólk kann fáa í USA.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald