
Í komandi viku vitja amerikanski trygdarráðgevin, Mike Waltz og amerikanska varaforsetafrúan, Usha Vance í Grønlandi, siga keldur í Washington sambært donskum miðlum.
Usha Vance skal sambært grønlendska miðlinum Sermitsiaq hyggja at eini hundasletukapprenning í Grønlandi, sum byrjar í Sisimiut 29. mars
Talan er eina óalmenna vitjan, men grønlendsku myndugleikarnir eru kunnaðir. Tað framgongur ikki, júst nær Usha Vance fer at koma til Grønlands.
Síðan Donald Trump gjørdist forseti í USA hevur hann fleiri ferðir tosað um ynskið um at gera Grønland til part av USA, og væntar hann, at tað fer at henda. Longu undir sínum fyrra forsetaskeiði tosaði Trump um at keypa Grønland, men bæði danskir og grønlendskir myndugleikar hava sagt, at Grønland er ikki til sølu.
Í januar var sonur Trump, Donald Trump yngri á vitjan í Grønlandi. Heldur ikki tá var talan um eina almenna vitjan.
Umbøn er komin úr USA um fundir við umboð fyri Grønland og Danmark, men umbønin er ikki gingin á møti
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald