Uttanlands

Amnesty: Navalnyj verður útsettur fyri torturi

Andstøðingurin er farin í hungursverkfall í fongslinum

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2021-04-08 08:18 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Størsti atfinnarin móti Vladimir Putin, forseta, fongslaði andstøðingurin Aleksej Navalnyj, er í stórum vanda fyri at doyggja.

Tað heldur mannarættingafelagsskapurin Amnesty International.

Bretska blaðið The Guardian skrivaði í gjár, at heilsustøðan hjá andstøðinginum er versnað nógv seinastu tíðina. Hann hevur ongar kenslur í fótunum meira. Frammanundan hevur hann ógvusliga pínu í rykkinum, og vísir eisini tekn um at hava tuberkulosu.

Aðalskrivarin í Amnesty International metir, at andstøðingurin verður útsettur fyri píning í fongslinum.

- Hann livir í viðurskiftum, sum Amnesty International metir vera torturur. At forða fólki í at sova er torturur. Hann verður vaktur hvønn ella annaðhvønn tíma um náttina. Tað er torturur, sigur Agnès Callamard, aðalskrivari.

Hon vísir eisini á, at tað er ómenniskjaligt ikki at geva honum atgongd til ein lækna, sum hann hevur álit á, sigur hon í samrøðuni.

Í gjár var persónligi læknin hjá Navalnyj, Anastasia Vasiljeva, handtikin uttan fyri fongslið har Aleksej Navaljyj situr.

Amerikanski forsetin, Joe Biden, hevur eisini úttalað seg í málinum.

- Vit harmast boðini um, at heilsustøðan hjá Navalnyj er versnað. Vit heita á russisku myndugleikarnar um at ansa væl eftir honum. So leingi hann situr í fongsli, er tað ábyrgdin hjá myndugleikunum at tryggja heiluna hjá honum, segði talskvinnan hjá Joe Biden, Jen Psaki, í gjár.

Andstøðingurin skrivaði á Instagram mánadagin, at hann er sinnaður at halda fram við hungursverkfallinum, eisini hóast heilsustøðan versnar. Hann hevur verið í hungursverkfalli síðan seinasta mikudag.

Fongsulsmyndugleikarnir hava upplýst, at Navalnyj nú er fluttur á eina sjúkradeild í fongslinum. Sambært hjálparum hjá Navalnyj er hann farin átta kilo aftur, síðan hungursverkfallið byrjaði. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder