Innanlands

Amnesty: Somu andlit - nýggj høli

Á aðalfundinum vórðu sjey nevndarlimir afturvaldir. Veðurlagsbroytingar og undirvísing í mannarættindum vórðu vald sum høvuðsevni at arbeiða við

Nevndin í Amnesty Føroyar (Mynd: Amnesty)

Nevndin í Amnesty Føroyar (Mynd: Amnesty)

2019-05-18 09:53 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Amnesty Føroyar hevði aðalfund fyri mánaði síðani. Har stillaðu sjey av átta nevndarlimum uppaftur og vórðu afturvald. Nevdin hevði síðani nevndarfund 8.mai, og skipaði seg á hendan hátt: 

Eyðgerð Mørkøre Kruse, forkvinna, Turið Maria Jóhansdóttir, næstforkvinna, Barbara Jacobsen, kassameistari, Bergur A. Dalsgarð og Gunnvá Gaard. Tiltakslimir eru: Beinta Flóvinsdóttir, Annika Malunardóttir og Tóki Strøm.

Einasta broytingin í nevndini er, at Bjørk S. Lamhauge, sum hevur verið ungdómsumboð, takkaði fyri seg. Annika Malunardóttir varð vald sum nýtt ungdómsumboð í nevndini. Hon er eisini partur av Amnesty ung, og er tískil sum millumlið millum nevndina og ungdómsbólkin og ungdómsaktivismuna hjá felagsskapinum. 

Á fundinum avgjørdi nevndin, at tvey mal skulu hava hægstu raðfesting: 

”Evnini, sum nevndin hevur valt at raðfesta, eru veðurlagsbroytingar
og undirvísing í mannarættindum. Orsøkin til tess er, at vit meta, at tørvur er á meira grundleggjandi upplýsing og undirvísing í kjarnini í mannarættindahugsanini. Og veðurlagsbroytingar fáa alsamt størri rúmd í arbeiðnum hjá Amnesty altjóða, og vit ynskja at fylgja hesi gongd”, sigur Eyðgerð Mørkøre Kruse, sum var afturvald á aðalfundinum og heldur fram sum forkvinna í nevndini.

Á aðalfundinum varð samtykt at seta tveir bólk at arbeiða við hesum evnunum burturav. Í hesum bólkinum fyri undirvísing í mannarættindum sita nú Lív Patursson, Heini í Skorini, Jacoba Kruse og Eyðgerð Mørkøre Kruse. Og í ráðgevandi bólkinum fyri mannarættindi og veðurlagsbroytingar sita Elsa Berg og Sanna A. Dahl.

Greitt er eisini, at Amnesty Føroyar fer at halda til í nýggjum hølum frá í summar av. Á aðalfundinum varð kunngjørt, at felagsskapurin frá 1. juli 2019 fer at gerast partur av skrivstovufelagsskapinum í Smæruni. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder