Innanlands

Andstøðan og Kristin Michelsen lagt uppskot fram um Fámjinstunnil

Kristin Michelsen er ein av uppskotssetarunum til uppskot um tunnil til Fámjin

Kristin Michelsen (Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

Kristin Michelsen (Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

2018-10-03 15:16 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Í fleiri dagar hevur verið prátað um at uppskot frá andstøðuni um tunnil til Fámjin fór at verða lagt fyri tingið.

Og fyri løtu síðani boðaði Páll á Reynatúgvu, tingformaður frá, at uppskotið varð lagt fram.

Uppskotssetarar eru Jenis av Rana og Bill Justinussen úr Miðflokkinum, Jacob Vestergaard úr Fólkaflokkinum, Jógvan Skorheim og Kári P. Højgaard úr Sjálvstýri, Kaj Leo Holm Johannesen úr Sambandsflokkinum, Magni Laksáfoss, uttanflokkatingmaður og Kristin Michelsen úr Javnaðarflokkinum.

Verkætlanin umfatar ein tunnil, sum er 1200 metrar langur, við 600 metrum av vegi Ørðavíkarmegin, og 500 metrum av vegi Fámjinsmegin. Í uppskotinum verða 60 milliónir settar av til verkætlanina.

Tað verður tunnilstoymið, ið skal gera tunnilin.

Uppskotið fær viðgerð á einum seinni tingfundi.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder