Uttanlands

Angela Merkel gevst sum kanslari eftir hetta skeiðið

Týski kanslarin fer heldur ikki at stilla uppaftur til formansvalið hjá kristindemokratunum

Angela Merkel (Mynd: EPA)

Angela Merkel (Mynd: EPA)

2018-10-30 06:46 Author image
Ari av Rana
placeholder

Týski kanslarin, Angela Merkel, boðaði í gjár frá, at hon ikki er sinnað at halda fram sum kanslari tá hetta skeiðið er yvirstaðið, og at hon heldur ikki fer at stilla uppaftur til formansvalið hjá kristindemokratunum.

Merkel skuldi eftir ætlan stilla upp til formansvalið í desember. Hon verður sitandi sum kanslari inntil hetta skeiðið er farið, men fer ikki at stilla uppaftur.

- Hetta fjórða skeiðið er mítt síðsta sum týskur kanslari, segði Angela Merkel.

Fleiri eru bilsin um avgerðina hjá Merkel, tí at hon fyrr hevur sagt, at posturin sum formaður í flokkinum og kanslari ganga hond í hond, skrivar DR.

Avgerðin er tikin eftir tvey vánalig val hjá flokkinum. Í Hessen fór CDU aftur við 11 prosentstigum, og fyri tveimum vikum síðani fór CSU, sum er systurflokkurin hjá DCU, aftur við 10 prosentstigum í valinum í Bayern. Veljarakanningar vísa eisini stóra afturgongd.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder