Paul Allen, sum saman vil Bill Gates var við til at seta kt-felagið Microsoft á stovn, doyði í gjár, 65 ára gamal.
Fyri tveimum árum síðani, boðaði hann frá, at hann aftur hevði fingið krabba í eitlarnar.
Paul Allen og Bill Gates hittust á einum privatskúla í Seattle, tá teir vóru blaðungir. Vinirnir valdu at gevast við universitetsútbúgvingini fyri at royna teirra felags dreym um eina teldufyritøku.
Í 1975 settu teir kt-fyritøkuna Microsoft á stovn. Báðir gjørdist milliardingar í 1980’unum.
Sambært forstjóranum í Mircosoft, Satya Nadella hevur Paul Allen ”broytt heimin”.
- Sum stovnari av Microsoft hevur hann á sín egna stilla áhaldandi máta skapt kandakendar vørur og upplivingar. Og soleiðis hevur hann broytt heimin, sigur Nadella.
Í 1983 gavst Paul Allen í Microsoft fyri at stovna felagið Vulcan Inc. Gjøgnum tíðina hevur hann latið fleiri milliardir krónur til vælgerandi endamál og gransking, skrivar Ritzau.
Hann var eisini eigari av kurvabóltsfelagnum Portland Trail Blazers og fótbóltsfelagnum Seattle Seahawks.
Paul Allen átti eisini vinnulívsblaðið Forbes og eina ogn upp á yvir 20 milliardir dollarar, svarandi til 130 milliardir krónur.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald