- Fær Fólkaflokkurin umboð á Fólkatingi og eg verði vald, so ætli eg mær á Fólkating at sita. Tað skal ongin ivi vera um.
- Fert tú so frá sum borgarstjóri?
- Ja, tað geri eg. Kanska ikki beinanvegin, tí tað eru nøkur mál av stórum týdningi, sum eg vil hava avgreitt fyrst.
Soleiðis sigur Annika Olsen, borgarstjóri í Havn, sum er millum tey 13, ið bjóða seg fram at vera umboða Fólkaflokkin á Fólkatingi.
Hóast veljarakanningarnar ikki hava givið Fólkaflokkinum sess, so eru sannlíkindini fyri einum fólkafloksumboði til staðar, tí kanningarnar til løgtingsvalið vísa framvegis, at Fólkaflokkurin er størstur, og sum Jørgen Niclasen segði á tíðindafundinum fyrrapartin:
- Um fólkafloksveljarar fara á val, so fáa vit eitt fólkafloksfólk á Fólkating.
Tá val var til Fólkatingið fyri fýra árum síðani var Annika Olsen tann stóri atkvøðuslúkurin á listanum. Hon fekk 1.754 persónligar atkvøður, meðan Jørgen Niclasen kom sum nummar tvey við 531 og Jacob Vestergaard, sum nummar trý við 375 atkvøðum.
Ynskir ávirkan
Nú er Annika Olsen borgarstjóri, men tann sessurin kemur ikki at forða Anniku í at fara á danating.
- Eg stilli upp, tí eg ynski sætið, og sum kunnugt, so gangi eg ikki inn fyri, at sami persónur skal røkja fleiri politisk størv, og tí ætli eg mær at fara frá sum borgarstjóri, um eg verði vald.
Hennara ætlan sum politikari í Danmark er at fáa ávirkan, og tað er í hesum sambandi, at hon hevur verið frammi við tankanum um at Føroyar skulu hava ein artiskan ráðharra at umboða alt ríkið.
Ein tanki, sum formaður floksins, Jørgen Niclasen, ikki gongur heilhjartaður inn fyri, tað kom fram undir framløguni í dag, har hann ikki gav Anniku Olsen sín stuðul í hesum ynski.
Danir eru ikki partur av Arktis
- Okkara ynski er sjálvandi at fáa fult ræði á uttanríkisøkinum. Men eg haldi ikki, at tað er nógmikið – eins og núverandi umboðini gera – bara at vera nøgd við at fáa ein formanssess í eini føroyanevnd ella líknandi.
- Vit eiga at arbeiða fyri at fáa møguleika fyri veruligari ávirkan. Danir hava í sjálvum sær ongi rættindi í Arktis – tey eru ikki partur av Arktis. Tí haldi eg, at Føroyar eiga at royna at yvirtaka hetta økið, og at ein føroyingur t.d. røkir áhugamálini hjá danska ríkinum í arktiskum spurningum.
- Men tað hevur týdning, at hesin ráðharrin kemur at sita í Tinganesi og ikki á eini danskari ráðharrastovu, leggur Annika Olsen dent á.
Les eisini: Fólkaflokkurin dregur óttan fyri teim fremmandu inn í valstríðið
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald