placeholder
Innanlands

Annika Olsen: Stór skomm at vit sum høvuðsstaður ikki kunnu hýsa okkara egnu landsdystum

Annika Olsen heldur tað vera neyðugt at fara undir fyrireikingar av einari nýggjari marghøll í Havn

Mynd: Jens Kr. Vang

Mynd: Jens Kr. Vang

2018-07-18 20:17 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Evropeiska hondbóltssambandið hevur gjørt greitt, at EM-undankappingardystirnir á heimavølli hjá føroyska hondbóltslandsliðnum hjá monnum ikki kunnu spælast í Høllini á Hálsi í Havn ella í Badmintonhøllini í Klaksvík.

Tó er møguleiki fyri, at Marghøllin í Vági verður góðkend.

Tað eitt sindur flovisligt, at vit aftur nú skulu spæla okkara landsdystir á heimavølli uttanlands, serliga tá tað kann gerast í Føroyum, segði Dennis Holm, borgarstjóri í Vági, við in.fo. 

Sambært Dennis Holm, er talan ikki um somu støðu, sum tá føroyska fótbóltslandsliðið spældi sínar fyrstu heimadystir í Landskrona, tí tá vóru ongir aðrir møguleikar.

"Í dag er veruleikin tann, at tað ber til at loysa hendan trupulleikan í Marghøllini í Vági, sum hevur støddina til tess," sigur hann.

Annika Olsen, borgarstjóri í Tórshavnar kommunu, rósar Dennisi Holm.

"Eg haldi, at tað er flott av borgarstjóranum í Vági at bjóða marghøllina fram at hýsa landsdystinum hjá A hondbóltslandsliðnum," skrivar Annika Olsen á Facebook.

Tó finnst hon at fyrrverandi býráðssamgonguni, ið í 2015 samtykti at byggja Høllina á Hálsi um.

"Tað er ein stór skomm, at vit sum høvuðsstaður ikki kunnu hýsa okkara egnu landsdystum í einari nýggjari høll, sum hevur kostað skattgjaldaranum 80 mió kr. Tá man visti av, at hon ongantíð kundi verða brúkt til altjóða dystir, er tað púra óskiljandi, at man ikki tók hædd fyri fyri hesum, tá man fór undir at byggja eina so kostnaðarmikla høll."

Annika Olsen heldur tað vera neyðugt at fara undir fyrireikingar av eini nýggjari marghøll í Havn, har tað ber til at hýsa altjóða dystir.

Fyrsti EM-undankappingardysturin á heimavølli er móti Danmark síðst í oktober.

Les eisini: Sleppa hvørki at spæla í Havn ella Klaksvík

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder