Innanlands

Ansa eftir hvussu tú rindar á uttanlandsferð

Fleiri rinda óneyðuga nógv, tá tey ferðast

2018-06-20 22:26 Author image
Ari av Rana
placeholder

Fyritøkan Yougov hevur gjørt kanning sum vísir, vit her um leiðir brúka áleið 14.830 krónur, tá vit eru og ferðast.

Men hetta talið kann lættliga minka ella økjast, alt eftir hvussu vit gera, tá vit fáa eina rokning, tá vit ferðast.

Sambært Troels Holmberg, økonomur í brúkararáðnum Tænk, og Ann Lehmann Erichsen, brúkaraøkonom í Nordea, gera fleiri tað mistakið, at tey velja at gjalda í DKK heldur enn í lokalari valuta, tá tey verða spurd um hetta.

- Eg havi aldrin sæð, at tað er bíligari at gjalda í donskum krónum, sigur Troels Holmberg við TV2.

Hann mælir tí til, at tú altíð velur lokala valuta, tá tú skal rinda í handli, á matstovu ella tá tú tekur pengar út í sjálvtøku. Orsøkin er at tá verður lokala valutain veksla til tann kursin, sum tú hevur avtala við bankan.

- Men velur tú at gjalda í DKK, so verður veksla til ein kurs, um handilin, ella tey sum eiga sjálvtøkuna hava avgjørt, sigur Troels Holmberg.

Hann hevur sæð, at tað í summum førum merkir, at heilt upp til 10% verður lagt afturat prísinum.

Harafturat er betri at hava VISA/Dankort við á ferðini heldur enn Mastercard. Við VISA/Dankort rindar tú 30 krónur fyri at taka pening út í sjálvtøku, meðan tún rindar 50 krónur um tú brúkar Mastercard.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder