Innanlands

Arbeiðið at spreingja Eysturoyarmegin gongur skjótari enn áður

138 metrar vórðu sprongdir í farnu viku

Mynd: P/F Eystur- og Sandoyartunlar

Mynd: P/F Eystur- og Sandoyartunlar

2018-10-29 12:48 Author image
Ari av Rana
placeholder

Arbeiðið at spreingja Eysturoyartunnilin gongur væl, og nú fer at ganga skjótari at spreingja Eysturoyarmegin. Í farnu viku vórðu í alt sprongdir 138 metrar. Skotið hevur verið varliga Hvítanes megin, av tí at tunnilin gongur gjøgnum eina gong í hesum øki. Komið er nú framvið gongini. Eysturoyar megin hava verið færri lekar og arbeiðið hevur tí gingið skjótari har enn áður.

Arbeiðið við Rókina gongur framá. Skotið er einar 20 metrar inn í fjallið, so farast kann undir at stoypa portalin til tunnilin. Skeltini eru komin upp sum vísa vegin til Havnar.

Tilsamans eru nú sprongdir 7.770 metrar, av 11.250 metrum í Eysturoyartunlinum.

Í farnu viku vóru 41 metrar sprongdir á Hvítanesi og í alt eru nú sprongdir 3.715 metrar frá Streymoyarlandinum.

Frá rundkoyringini ímóti Hvítanesi vórðu sprongdir 42 metrar. Har eru íalt sprongdir 1.302 metrar. Og frá rundkoyringini og ímóti Rókini vórðu sprongdir 55 metrar. Har eru í alt sprongdir 1.128 metrar.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder