Arbeiðsloysið í Føroyum er minkað niður í 1,6%, og tølini hjá Hagstovu Føroya vísa, at arbeiðsloysið er minkað um alt landið.
Í øllum sýslum er arbeiðsloysið minkað hetta 12-mánaðar skeiðið. Størsta minkingin er í Vágum úr 1,8 niður 0,7%.
Verður hugt nøkur ár aftureftir er arbeiðsloysið sum heild minkað munandi. Tó hevur fallið verið ójavnt í ymisku sýslunum og sveiggjandi. Suðuroyar sýsla er tó í eini serstøðu, har tað eru ógvislig sveiggj í arbeiðsloysinum, samstundis sum tað liggur langt oman fyri støðuna í landinum annars.
Aldursliga minst arbeiðsloysi hjá teim 45-54 ára gomlu
Minsta arbeiðsloysið við 1,0% er í aldursbólkinum 45-54 ár og hægst hjá teim 25-34 ára gomlu við 2,2%. Serliga stórur er munurin millum kynini í aldursbólkinum 25-34. Ein lutfalsliga stórur partur av hesum eru skrásett sum arbeiðsleys eftir forsorgarlógini.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald