Innanlands

Arbeiðsloysið heldur fram at minka

Í september var árstíðarjavnaða fulltíðararbeiðsloysið 1,5%

Mynd: Hagstova Føroya

Mynd: Hagstova Føroya

2018-11-26 08:43 Author image
Ari av Rana
placeholder

Arbeiðsloysið í Føroyum bara minkar. Tað vísa nýggjastu hagtølini hjá Hagstovu Føroya. Hagstovan skrivar, at í septembur var árstíðarjavnaða fulltíðararbeiðsloysið 1,5%, samanborið við 1,6% mánaðin frammanundan og 2,5% fyri einum ári frammanundan.

Í tali var fulltíðararbeiðsloysið 414 persónar í septembur í ár, tað eru 298 færri enn sama mánað í fjør. Munurin millum kynini er minkaður nakað, har arbeiðsloysið hjá monnum nú er 1,3% og hjá kvinnum 1,7%.

[object Object]

Myndin omanfyri vísir gongdina í arbeiðsloysinum síðstu fjúrtan árini, eins og munin millum talið av skrásettum arbeiðsleysum persónum, persónar umroknaðir til fulltíð, og árstíðarjavnað tal av fulltíðararbeiðsleysum. Aftast í hesi grein er ein lýsing av hesum hugtøkum.

Í talvuni niðanfyri er arbeiðsloysið fyri alt landið, menn og kvinnur, lýst mánað fyri mánað, frá septembur 2017 til august 2018, bæði í tali av fulltíðararbeiðsleysum persónum og í % av arbeiðsfjøldini.

[object Object]

Munurin millum kynini er minkaður nakað
Tá arbeiðsloysið av álvara fór at minka eftir fíggjarkreppuna, minkaði tað nógv skjótari hjá monnum enn hjá kvinnum, men síðstu tvey-trý árini hevur munurin verið so at siga óbroyttur – tó so, at síðani ársskiftið er arbeiðsloysið hjá kvinnum minkað úr 2,8 niður í 1,7%, meðan tað er minkað hjá monnum úr 1,7 niður í 1,3%.

[object Object]

 

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder