Tá arbeiðsloysið av álvara fór at minka eftir fíggjarkreppuna, minkaði tað nógv skjótari hjá monnum enn hjá kvinnum, men síðstu tvey-trý árini hevur munurin verið so at siga óbroyttur – tó so, at síðani ársskiftið er arbeiðsloysið hjá kvinnum minkað úr 2,7 niður í 1,8%, meðan tað er minkað hjá monnum úr 1,7 niður í 1,4%, skrivar Hagstova Føroya um arbeiðsloysið í landinum.
Arbeiðsloysið hjá kvinnum í Vága sýslu bert 0,3%
Meðan Suðuroyar sýsla skilir seg burturúr við tí størsta arbeiðsloysinum, er ikki so stórur munur millum allar hinar sýslurnar:
- Minst er tað í Vága sýslu og Norðoya sýslu við 0,7%.
- Síðan í Norðstreymi og Eysturoy við 1,1% og Sandoyar sýslu við 1,2%.
- So er glopp upp til Suðurstreym við 1,8%.
- Størst er arbeiðsloysið í Suðuroy við 3,9%.
Í øllum sýslum er arbeiðsloysið hægri hjá kvinnum enn hjá monnum, uttan í Vága sýslu.
Lægsta arbeiðsloysið yvirhøvur er hjá kvinnum í Vága sýslu við 0,3% og hjá monnum í Norðoyggjum við 0,5%. Hinvegin er tað hægsta hjá kvinnum í Suðuroy við 4,7%.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald