Arbeiðsloysið í Suðuroy minkaði niður í eina helvt frá septembur í fjør, tá tað var 5,6%, til septembur í ár, tá tað var 2,8%. Hetta vísa nýggjastu tølini hjá Hagsovu Føroya. Lutfalsliga er hetta størsta minkingin samanborið við hini økini í landinum, men hóast munurin er minkaður nógv, er størsta arbeiðsloysið framvegis í Suðuroy, har tað nú er umleið dupult so stórt sum í landinum sum heild, har arbeiðsloysið minkaði úr 2,3 niður í 1,3%. Hesi tølini eru fyri bæði kyn og ikki árstíðarjavnað.
Javnt minst er arbeiðsloysið í Norðoyggjum, Eysturoy, Norðstreymi og í Vága sýslu, har tað er millum 0,7 og 1,0%.
So er eitt lítið glopp upp til Sandoy og Suðurstreym við ávikavist 1,4 og 1,6%.
Størst er arbeiðsloysið í Suðuroy við 2,8%.
Lægsta arbeiðsloysið yvirhøvur er hjá kvinnum í Vága sýslu við 0,5% (í tali eru tær bara nakrar fáar) og hjá monnum í Eysturoy við 0,6%. Hinvegin er tað hægsta hjá kvinnum í Suðuroy við 3,7%.
Arbeiðsloysið minkað munandi í øllum sýslum síðsta árið
Í øllum sýslum er arbeiðsloysið minkað nógv hetta 12-mánaðar skeiðið. Størsta minkingin er í Suðuroy úr 5,6% niður 2,8%.
Verður hugt nøkur ár aftureftir er arbeiðsloysið sum heild minkað javnt og samt. Tó hevur fallið verið ójavnt í ymisku sýslunum og sveiggjandi. Suðuroyar sýsla er tó í eini serstøðu, har tað eru ógvislig sveiggj í arbeiðsloysinum, samstundis sum tað hevur ligið langt oman fyri støðuna í landinum annars, men nú er tann munurin minkaður nógv.
Arbeiðsloysi minst hjá teim yngstu og teim í miðjum aldri
Minsta arbeiðsloysið við 0,9% er í yngsta aldursbólkinum 16-24 ár og teimum í miðjum aldri 45-54 ár. Hægst er tað hjá teim 25-34 ára gomlu við 1,9%. Serliga stórur er munurin millum kynini júst í hesum aldursbólkinum 25-34 ár, har tað er meir enn dupult so stórt hjá kvinnum sum hjá monnum. Ein lutfalsliga stórur partur av hesum eru skrásett sum arbeiðsleys eftir forsorgarlógini.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald