Innanlands

Arbeiðsloysið minkað niður í 1,6%

Arbeiðsloysið er minkað við 0,8 % seinasta árið

Mynd: Hagstova Føroya

Mynd: Hagstova Føroya

2018-10-26 10:20 Author image
Ari av Rana
placeholder

Hagstova Føroya hevur dagført tølini fyri arbeiðsloysið í landinum, og tølini vísa, at arbeiðsloysið enn er minkandi.

Í august var árstíðarjavnaða fulltíðararbeiðsloysið 1,6%, samanborið við 1,7% mánaðin frammanundan og 2,4% fyri einum ári frammanundan. Í tali var fulltíðararbeiðsloysið 433 persónar, tað eru 238 færri enn sama mánað í fjør. Munurin millum kynini er minkaður nakað, og nú er arbeiðsloysið hjá monnum 1,4% og hjá kvinnum 1,8%. Minsta arbeiðsloysið er í Vága og Norðoya sýslum við 0,7% og tað mesta í Suðuroy við 3,9%.

[object Object]

Myndin omanfyri vísir gongdina í arbeiðsloysinum síðstu fjúrtan árini, eins og munin millum talið av skrásettum arbeiðsleysum persónum, persónar umroknaðir til fulltíð, og árstíðarjavnað tal av fulltíðararbeiðsleysum. Aftast í hesi grein er ein lýsing av hesum hugtøkum.

Í talvuni niðanfyri er arbeiðsloysið fyri alt landið, menn og kvinnur, lýst mánað fyri mánað, frá august 2017 til august 2018, bæði í tali av fulltíðararbeiðsleysum persónum og í % av arbeiðsfjøldini.

[object Object]

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder