Arbeis- og brunaeftirlitið og Politið í Føroyum boðaði í dag frá, at 10. og 11. desember varð eitt eftirlitsátak framt, í samstarv við TAKS. Tað snúði seg um at kanna viðurskiftini við útlendskari arbeiðsmegi á ymiskum arbeiðsplássum. Hesir mynduleikar gjørdu í saeptember eina avtalu um at kanna føroyska arbeiðsmarknaðinum saman, har dentur verður lagdur á at hava eftirlit við, um arbeiðsgevarar halda reglurnar um m.a. arbeiðsloyvi, skatt, meirvirðisgjald og arbeiðsumhvørvi. Eftirlitið í seinastu viku var tað fyrsta av sínum slag.
Staðfestast kann, at fleiri arbeiðspláss ikki hava síni viðurskifti í lagi. Serliga er tað álvarsamt, at tvey av teimum fýra arbeiðsplássunum, ið kannaðu vórðu, ikki høvdu arbeiðsloyvi í lagi hjá sínari útlendsku arbeiðsmegi. Hetta hevur við sær, at viðkomandi starvsfólk hava fingið forboð fyri at arbeiða, til loyvini eru fingin uppá pláss.
Á øllum fýra arbeiðsplássum – tvey eru í byggivinnuni og tvey í matstovu- og gistingarhúsvinnuni - vóru trupulleikar við arbeiðsumhvørvinum. Frágreiðingin nýtir orðingina "manglar". Arbeiðsgevararnir fingu freist til at fáa hesi viðurskiftini í rættlag.
Samstarvandi mynduleikarnir boða frá, at nú verður átakið eftirmett.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald