Innanlands

Arctic Voyager bíðar nú eftir at sleppa upp á beding

Kom á Havnina fyri løtu síðani

Brimil fylgdi Arctic Voyager úr Fuglafirði til Havnar fyrrapartin (Mynd: Sverri Egholm)

Brimil fylgdi Arctic Voyager úr Fuglafirði til Havnar fyrrapartin (Mynd: Sverri Egholm)

2019-11-05 10:56 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Uppsjóvarskipið Arctic Voyager, sum sigldi á land á Enninum í Fuglafirði sunnukvøldið, verður væntandi tikið upp á sleipistøðina hjá Mest í Havn seinni í dag.

Arctic Voyager kom á Havnina fyri løtu síðani, og liggur nú undir Vónavirkinum og bíðar eftir at sleppa framat.

Brimil fylgdi Arctic Voyager á ferðini úr Fuglafirði til Havnar.

- Hann sigldi við egnari megi, og tað var ongantíð brúk fyri okkara hjálp. Vit høvdu sett pumpur umborð av trygdarávum, men tað gjørdist ikki brúk fyri teimum, staðfestir vakthavandi á brúnni á Brimli.

Tað er staðfest, at rættiliga stórur skaði er komin á botnin á Arctic Voyager. Hol er á skrokkinum, men tað eru inn til tvey rúm, sum eru vatntøtt, og tí var ongin vandi fyri at skipið skuldi taka stórvegis av sjógvi inn.

Í løtuni er fult á bedingini hjá Mest, har stóri klaksvíkstrolarin Gadus millum annað stendur.

Men so skjótt, sum pláss er á bedingini, verður Arctic Voyager tikin upp, frætta vit.

[object Object]
(Mynd: Sverri Egholm)

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder