Argentinski forsetin Alberto Fernandez er staðfestur positivur fyri koronu. Tað skrivar hann á sosiala miðilin Twitter.
Sambært Alberto Fernandez bíðar hann eftir at fáa úrslitið váttað, og hóast hann hevur fepur er lagið gott. 62 ára gamli forsetin sigur seg nevniliga vera í góðum formi, skrivar tíðindastovan Reuters.
Alberto Fernandez er langt frá fyrsti heimsleiðarin, sum hevur fingið staðfest koronasmittuna seinasta árið, men argentinski forsetin er longu vorðin koppsettur móti smittuni.
Tað var fyrr í hesum árinum, at hann varð koppsettur við russiska koppingarevninum Sputnik V, sum sambært BBC gevur 92 prosent verju.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald