Armin Laschet, stjórnarforseti í týska statinum Nordrhein-Westfalen, er í dag valdur sum nýggjur formaður fyri týska stjórnarflokkin, CDU.
Hetta hendi á talgildum flokstingi hjá CDU, har 1.001 flokslimir luttóku.
Týski kanslarin, Angela Merkel, fer frá í ár, og hon fór frá sum formaður í flokkinum longu í 2018. Tá yvirtók verjumálaráðharrin Annegret Kramp-Karrenbauer, eisini kend sum AKK, floksleiðsluna. Men tað gekst tó ikki væl hjá henni, og í februar 2020 boðaði hon frá, at hon fór at leggja frá sær sum floksformaður.
Valið stóð millum Armin Laschet, Friedrich Merz, og Norbert Röttgen.
Röttgen varð valdur frá í fyrsta valumfarinum, og í seinna umfarinum vann Laschet við 521 atkvøðum móti teimum 466 atkvøðunum fyri Merz, skrivar Ritzau.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald